Innsavning til AIDS-rakt børn

Nú leygarkvøldið, 11. oktobur, verður skipað fyri einum stórum tiltaki í Oasuni í Hoyvík. Endamálið er at savna inn pening, sum fer til eitt heim fyri børn, ið annaðhvørt beinleiðis eru rakt ella hava mist onkran av AIDS. Tað er felagsskapurin »Samaritan’s Purse«, ið stendur fyri barnaheiminum, »Jaja’s Home«

Ilda Lómstein og Alice Mortensen eru umboð fyri felagsskapin Samaritan’s Purse í Føroyum standa fyri tiltakinum. Felagsskapurin hevur virkað síðan einaferð í 1970 og hevur verið víða um og veitt hjálpararbeiði. Arbeiðið, ið verður sett fokus á á hesum sinni, er eitt barnaheim í Uganda. Á heiminum eru børn, ið eru HIV, ella AIDS smittað ella hava foreldur, sum eru. Børnini fáa heilsugóðan mat, undirvísing, kristindómsundirvísing og heilsurøkt. Á heiminum skuldu upprunaliga vera um 80 børn, men talið er nú vaksið upp á 200. Nógvu børnini merkja, at útreiðslurnar eru vaksnar samsvarandi, so stórur tørvur er á fíggjarligum stuðli.

Leygarkvøldið klokkan 20, verður eitt stórt tiltak í Oasuni. Á skránni verður kunning um Samaritan’s Purse og Jaja’s Home. Logos bókahandil hevur bókasølu, har ein partur fer til hjálpararbeiðið. Dansiframførslur og sangframførslur, við eittnú Heina Lützen eru eisini á skránni.


Tað er samkoman Lívdin, ið heldur til í Hoyvík, ið skipar fyri tiltakinum. Hóast Lívdin vanliga heldur til í Hoyvíkar skúla og í húsunum á Brekku, verður tiltakið sjálvt í Oasuni, eisini í Hoyvík.


Eitt av endamálunum hjá Ildu Lómstein og Alice Mortensen, ið umboða altjóða felagsskapin, er at náa øll tey, ið ynskja at hjálpa sínum felags heimsborgarum. Hetta merkir, at ikki einans tey, ið eru knýtt at eini samkomu ella eru kristin, eru vælkomin. Tað er tann menniskjaliga síðan, ið skal verða rokkin.