Innrás av motorsúkklum og stórum lastbilum

Norðoyastevnan er hetta vikuskiftið í fínasta veðri, og nógv stór tiltøk standa fyri framman teir komandi dagarnar. Eitt av stóru tiltøkunum er truckara festivalurin, sum hevur verið nú í nøkur ár.

Norðoyastevnan er hetta vikuskiftið í fínasta veðri, og nógv stór tiltøk standa fyri framman teir komandi dagarnar. Eitt av stóru tiltøkunum er truckara festivalurin, sum hevur verið nú í nøkur ár.

 

Sum nakað nýtt verður innrás av motorsúkklum í Klaksvík. MC møti verður í Betesda fyri motorsúkklukoyrar og truckarar.

 

Jón Absalon Østerø, formaður í Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð sigur, at Truckarafestivalurin nú er komin við fyri at vera.

 

Í dag verður kappróður og annað, sum vanligt er á norðoyastevnu, men í morgin verður serlig gudstænsta í Christianskirkjuni, sum verður sjónvarpað beinleiðis í øllum norðanlondum.

 

Hoyrið samrøðu við Jón Absalon Østerø, formann í Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð, við at trýsta á pílin undir myndini.