Innrættar fyri milliónir

Kommunala fyrisitingin í Tórshavnar Kommunu hevur higartil brúkt seks milliónir til at inrætta sær ovastu hæddirnar í BankNordik bygninginum í miðbýnum í Havn. Býráðspolitikarar eru í øðini, nú rokningin er komin undan kavi

Kommunala fyrisitingin í Tórshavnar Kommunu hevur higartil brúkt seks milliónir til at inrætta sær ovastu hæddirnar í BankNordik bygninginum í miðbýnum í Havn. Býráðspolitikarar eru í øðini, nú rokningin er komin undan kavi.

 

Hóast Tórshavnar Kommuna rindaði BankNordik 92 milliónir krónur fyri báðar høvuðsbygningarnar hjá bankanum í høvuðsstaðnum, so skulu skattaborgararnir í Havn rokna við einari væl størri rokning.

 

Sosialurin hevur fingið innlit í byggiroknskapin fyri tað umvælingararbeiði, ið fór ígongd at kalla beinanvegin eftir at Tórshavnar Kommuna yvirtók tær báðar ovastu hæddirnar í Niels Finsensgøtu 1. juli.

 

Sambært byggiroknskapinum er rokningin fyri umvælingararbeiðið komin upp á seks milliónir krónur, tá meirvirðisgjaldið er íroknað. Uttan mvg er rokningin 4,8 milliónir.

 

Men hóast eitt samt býráð tók undir við at keypa bygningarnar hjá BankNordik í Niels Finsensgøtu og Húsagøtu, so standa sjálvt fíggjarnevndarlimir púra spyrjandi, nú nógvar milliónir krónur skulu leggjast oman á rokningina.

 

Umfatandi umvælingararbeiðið á triðju og fjórðu hædd í Niels Finsensgøtu hevur nevniliga ongantíð verið viðgjørt politiskt í Tórshavnar Býráð. Og pengarnir eru ongantíð játtaðir til endamálið.

 

Tað váttar Tróndur Sigurdsson, næstformaður í fíggjarnevndini í Tórshavnar Kommunu, sum er fortørnaður inn á, at umsitingin hevur brúkt fimm milliónir krónur (umframt mvg), uttan at nakar býráðspolitikari er sloppin at viðgera og ei heldur taka støðu til tað.

 

- Hetta er nakað, ið ongantíð skal henda aftur, sigur Tróndur Sigurdsson.

 

Somu støðu hava aðrir fíggjarnevndarlimirnir:

 

- Tað líkist snøkt sagt ongum. Eg veit ikki, hvat man ger við tað, men tað burdi fingið avleiðingar, sigur Sjúrður Olsen.

 

- Tað er ikki gott nokk, at umsitingin ger sovorðið uttan um politisku skipanina, sigur Annfinn Brekkstein.

 

Les nógv meira um hetta málið í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðunum í høvuðsstaðnum í kvøld. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.