Tá leikurin True Love hevði frumframførslu á Film/teaterskolen Holberg í Keypmannahavn fríggjakvøldið, vóru ikki færri enn fimm íslendskir og ein føroyskur leikari á pallinum. Tey níggju, ið gerast liðug við útbúgvingina, sum sjónleikarar á Film/teaterskolen Holberg í Keypmannahavn í summar eru ein sera fjølmentaður bólkur. Tey eru fimm íslendingar, ein russi, ein bosni, ein føroyingur og ein dani. Tey spæla leikin True Love eftir amerikumannin Charles L. Mee, fram til 19. mai. Tað er danski leikstjórin Lars Henning, ið hevur umsett og tillagað.
Føroyski sjónleikarin er Barbara Christophersen úr Vestmanna. Tá Tjóðpallurin herfyri setti upp leikin Náttarherbergið eftir Maxim Gorkij, var hon í starvsvenjing á Tjóðpallinum og spældi sostatt við. Eftir seinastu sýning av Náttarherberginum fleyg hon beina leið til Danmarkar, har hon saman við hinum 8, ið gerast liðug við útbúgvingina í summar fór undir framleiðsluna av leikinum, ið má metast sum eitt slag av sveinastykkið.
Leikurin True Love er ein sterk lýsing av kærleika og avbjóðar vanliga vanahugsan. Høvundurin Charles L. Mee hevur skrivað fleiri leikrit, ið á onkran hátt fáa íblástur úr grikskum leikritum. True Love er eitt av hesum og er bygt á leikin Hippolytos av Euripides.
Sýningarnar av True Love eru hvørt kvøld kl. 19.30 og eru almennar og ókeypis. Fyri at tryggja sær atgongd kann ringjast til skúlan á tlf: +45 35 36 36 89.
Tað sæst í leikskránni, at føroyingar og íslendingar eru við í leikinum. Sjónband hevur prentað bæði leikskrá og plakatir, ið eru gjørdar av einum føroyskum sniðgeva og eini íslendskari myndakvinnu. Stuðlað leikinum hava íslendska FL-Group og Flogfelan Føroya.