Í einari gamlari science fiction skaldsøgu gjørdu tólmenni av Mars, haldi tey vóru av Mars, innrás her hjá okkum á Jørðini.
Minnist ikki nú, hvussu bókin eitur, helst eitur hon ”Innrásin av Mars” ella okkurt, sum líkist tí. Ein framtíðarskaldsøga, sum nú er fortíð.
Las hana ongantíð, altso bókina, sá hana bara í teknirøðini ”Illustrerede klassikere.”
Eingi vápn bitu á fanunum av Mars, heldur ikki tey amerikonsku, og tá stendur heilt illa til. Hetta var, skal eg skunda mær at siga, áðrenn kjarnorkubumban var uppfunnin. Veruligur vandi var tí á ferð, tá heldur ikki amerikanarar kundu bjarga tí frælsa heiminum, fólkaræðinum og øllum hasum har. Og frælsi heimurin var minni tá enn hann er nú. Har stóð, sum sagt, heilt illa til. Marsmennini vóru við at taka Jørðina frá okkum. Tey buldraðu ahead og einki fekk stegðað teirra oyðandi ránsferð. Tólmarsbúgvarnir stóðu í durunum og deyðin beint aftanfyri.
Men so sum eitt byrsuskot fóru tey at vikna. Tey doyðu ella brotnaðu ella sloknaðu, rustaðu, minnist ikki heilt, men tey skramblaðu á gøturnar og eftir lógu rúkandi skínandi jarnbunkar. Øgiligt var tað.
Vísindafólk fóru so at kanna, hvat tað var, sum beindi fyri hersetingarvaldinum úr rúmdini. Og tey funnu eisini svarið. Bakteriur, okkara bakteriur, gjørdu av við óreina fínmekanikkin í tólmennunum. Bakteriur, ikki virus. Á Mars høvdu tey ikki, ikki tá í hvussu so er, heilivág móti okkara bakterium. Og tí fór sum fór.
Og hvat lærdu so vit? Jú, baketeriufrøðiligan hernað. Vit lærdu at taka sinnopsgass upp á fíggindan so at siga.
Hatta var so tá. Nú er blámusoppur við at gera okkum øll húsvill. Ein skúli fyri og annar eftir verða stongdir, tí blámusoppur er komin á tímatalvuna, nú soppar ikki longur verða brúktir til at vaska talvuna.
Enn ber til at flyta lærarar og næmingar í onnur hús, men hvussu leingi afturat?
Eingin veit, hvaðani hesin bakteriufrøðiligi hernaður móti føroyska skúlaverkinum kemur. Helst úr Danmark sum alt annað. Hann kallaðist skimmelsvampur, áðrenn okkurt tíðindafólk lansjeraði orðið blámusoppur.
Hví dumpa føroyskir skúlanæmingar í Pisa og føroyskum? Teir hava ikki etið bláseym, men blámusopp. Sjálvandi, svarið er eyðsýnt. Og hetta er ikki science fiction. Hetta er ikki framtíð, jú, kanska eisini, men hetta er nútíð.
Ókey, so leingi blámusoppur ikki kemur í bilarnar, er eingin veruligur vandi, lívsgrundarlagið hjá føroyingum er ikki hótt.
Blámusoppurin hevur ivaleyst verið her altíð. Hann kemur har, sum lekar eru. Og tað hevur altíð regnað 361 dagar um árið (362 leypárini) í Føroyum. Bara vatn var olja, so vóru vit rík.
Sum makrelurin, hann hevur eisini altíð verið her, men eingin hevur vitað um hann fyrr enn nú. Eingin veit heldur, at Føroyar eru eitt vælferðarsamfelag, heimsins besta um fýra ár.
Blámusoppurin fær ikki vart seg sum so, tí er lagamanni at geva honum skyldina fyri alt. Børnini í miðnámsskúlunum liva av kipsi og kola og X-Fator. Men tað er sjálvandi ikki tí, tey altíð eru ússalig gerandisdagar. Tað er blámusoppurin to blame, to bláme.
Spotta ikki blámann. Tað ringasta er, at tað nyttar ikki at byggja nýggjar skúlar. Teir leka eisini, verri enn teir gomlu, og skulu byggjast umaftur. Við hetta lag enda vit øll á blámanum.
Á føðingardeildini er eingin blámusoppur, ikki enn. Tær fara ikki á blámusoppin har. Føðingardeildin er bygd, tá menn dugdu at byggja og høvdu byggitilfar, sum nú er forboðið, tí tað er heilsuskaðiligt.