Skeiðvirksemi
Tíðindaskriv
Um hetta skeiðið eydnast væl, er ætlanin framyvir at taka einstøk evnir upp, sum hava týdning fyri vinnulívið.
Hetta fyrsta skeiðið verður hildið 8. og 9. mars 2001 og fer at fevna um kolvetnisídnaðin. Skeiðið er ætlað leiðarum og starvsfólkum á virkjum, sum kunnu hava fyrimun av eini nágreiniligari fatan av kolvetnisleiting, boring og útvinningi.
Skeiðið verður hildið á enskum. Fyrilestrahaldarar verða Tom Jones, BA, ACTS og Eric Hughes, BSc. Hesir báðir hava arbeitt sum leiðarar á høgum stigi innan kolvetnisídnaðin og hava sostatt holla vitan og royndir á hesum øki.
Meiri fæst at vita á heimasíðunum
www.sparikassin.fo og www.reveal.fo