Innlit í almennu fyrisitingina

Kjak um innlit í almennu fyrisitingina

Johan Dahl, Landsstýrismaður í vinnumálum
----
Eg tók lut í sendingini Rad­arin 19. mars, har eg legði nøkur sjónarmið fram um trupulleikar, sum kundu standast av, at lands­stýris­menn ikki kunnu fáa ráð­geving í sambandi við mál av politiskum slag, uttan at tað skal verða endurgivið í fjølmiðlunum dagin eftir. Harumframt førdi eg fram, at fyrisitingin nýtir nógva tíð og orku at svara áheitanum um alment skjalainnlit og øðrum upplýsingum.
Hetta hevur onkur fingið til, at eg ætli at skerja rættin til alment innlit, og Felagið Føroysk Miðlafólk hava sam­bært Sosialinum fingið tað til eitt álvarsligt álop á fólka­ræðið, sum eg ikki eri samdur við teimum í.
Eg skal tí i stuttum her royna at lýsa míni sjónar­mið.
Meginreglan um almenn­ing er ein víðarimenning av fólkaræðinum, og atgongd til skjøl í almennu fyrisitingini er í dag ein sjálvsagdur part­ur av einum opnum fólka­­ræðisligum samfelag.
Tað er eisini ein sjálv­sagdur partur av einum fólka­ræðisligum samfelag, at spurningar kunnu verða settir við, og at tað verður tikið upp til umhugsunar og umrøðu, hvørt tær skipanir, sum skulu vera stuðlar undir fólkaræðinum, virka nóg væl og eru tíðarhóskandi.
Ein av trupulleikunum við verandi innlitslóg er, at hon ikki í nóg stóran mun tekur hædd fyri, at í dag er almenna fyrisitingin í stóran mun løgd til stovnar undir aðalráðunum, sum eisini hava tann sakkunnleika, sum annars hevði verið í aðalráð­unum.
Landsstýrismenn hava brúk fyri kvalifiseraðari ráðgeving í trúnaði og hjálp frá embætisverkinum eisini í málum, tá sakkunnleikin er á einum stovni undir ráð­num ella í einum øðrum stjórnar­ráði. Eisini hava embætisfólk í aðaráðunum og stovnum undir aðalráðunum tørv á, at tey óformelt og frítt saman kunnu gera teirra metingar og gera teirra fyrireikandi arbeiði viðvíkjandi málum, sum landsstýrismaðurin skal taka støðu til, uttan tað trýst, sum kann liggja í, at teirra metingar, sum eru partur av einari viðgerðartilgongd, seinni verða kunngjørdar alment.
Her kann innlitslógin verða ein trupulleiki. Tí eftir innlitslógini eru øll inn­anhýsis arbeiðsskjøl, sum verða send millum aðalráð og stovnar undir ráðnum, fevnd av almennum innliti og somuleiðis alt samskifti frá fundum millum somu partar.
M. a. hetta er tað, sum eg havi roynt at vísa á.
Í Danmark er komin nýggj innlitslóg, og har er tikin hædd fyri hesum.
Í nýggju donsku inn­lits­lógini er ásett, at tað sum útgangsstøði ikki er inn­lit í innanhýsis skjøl, sum verða latin millum eitt departe­ment og stovnar undir departe­mentinum ella millum ymisk ministeriir, tá tað má roknast við, at ein ráðharri hevur brúk fyri, ella fer at fáa brúk fyri ráðgeving og hjálp frá embætisverkinum.
Eisini í Danmark er ásann­að, at innlitslóggávan kann verða tíðar- og orku­krevj­andi, sbr. eisini § 9 er stk. 2, nr. 1 í nýggju donsku innlitslógini: “Behandlingen af en anmodning om akt­ind­sigt efter § 7 kan, uan­set at betingelserne i stk. 1 er opfyldt, afslås, i det om­fang behandlingen af an­modningen vil nødvendig­gøre et uforholdsmæssigt res­sourceforbrug eller .....”

Almenn partafeløg
Almenn partafeløg eru ikki fevnd av lógini um alment innlit og eiga heldur ikki at verða tað. Hinvegin kunnu almenn partafeløg fylgja øðrum reglum um góð­an leiðslusið, brúka dygdar­skip­anir o.a. og verða opin í øllum fyri kundan týðandi málum. Eisini hevur partaeigarin møgu­leika at seta spurningar um øll viðkomandi viðurskifti í felagnum.
Annars virka almenn parta­feløg eftir eftir løg­tings­lóg um parta og smápartafeløg (vinnufelagslógin).
Tað gevur onga meining at tosa alment innlit í ein­um felag, sum ikki fær játt­an á fíggjarlógini, men virkar á vinnuligum for­treyt­um og hevur heilt onnur atlit at taka. Tá er rættari við øðrum leiðslu- og stýringaramboðnum fyri at standa seg væl í kappingini og hava góð viðurskifti við allar viðkomandi áhugabólkar - stakeholder management.
Starvsfólka¬rættindi í einum partafelag kontra ein­um almennum stovni hava onki við kjakið um alment innlit at gera.

Tørvur á endurskoðan av lógini um alment innlit
Lógin um alment innlit hevur nú virkað í nógv ár og tí er tørvur á einari endurskoðan - eins og gjørt verður í okkara grannalondum.