Í kjalarvørrinum av, at Kári P. Højgaard varð koyrdur frá sum landsstýrismaður, hevur løgmaður nú gjørt av at niðurleggja innlendismálaráðið sum serstakt ráð.
Sambært tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni verður sagt, at hetta er »ein liður í at skipa landsfyrisitiginga effektivari«.
Løgmaður boðar samstundis frá, at fyrisitingin av málsøkjunum verður broytt soleiðis:
Løgmál og lógareftirlit fara til Løgmansskrivstovuna
Útlendingamál og ferðslumál fara til Vinnumálaráðið
Kommunumál fara til Almannamálaráðið
Undirstøðukervismál fara til Fíggjarmálaráðið
Umhvørvismál fara til Fiskimálaráðið
Familjurættarmál fara til Heilsumálaráðið.
Starvsfólkini í Innlendismálaráðnum verða í høvuðsheitum flutt samsvarandi flytingunum av málsøkjum.









