Innlendismálaráðið tvær átalur

Umboðsmaðurin gevur Innlendismálaráðnum tvær átalur fyri viðgerðartíðina av umsókn um arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Fyrst í mars í ár lat Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, eina kæru til Løgtingsins Umboðsmann um Innlendismálaráðið. Kæran snúði seg um viðgerðartíðina av umsókn um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og bað Høgni Hoydal Løgtingsins umboðsmann um at kanna og meta viðgerðartíðina av umsóknunum hjá tveimum ávísum persónum, ið hava søkt um varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.
Í báðum málunum var niðurstøðan, at Innlendismálaráðið fekk eina átalu fyri viðgerðartíðina. Í grundgevingunum fyri avgerðirnar, førir umboðsmaðurin millum annað fram, at ráðið vísti á vantandi løgfrøðiligan førleika, grundað á skerjingarnar í fyrisitingini á heysti 2004. Men umboðsmaðurin góðtók ikki hesa umbering, tí ráðið hevði sjálvt møguleika at raðfesta, hvussu skerjingarnar skuldu fremjast. Í seinna málinum góðtók umboðsmaðurin ikki umberingina hjá ráðnum um, at talið av akademiskum málsviðgerum var lækkað á heysti 2004. Umboðsmaðurin vísti á týdningin av, at mál verða viðgjørd á forsvarligan hátt, og at viðgerðin ikki eigur at taka longri tíð enn neyðugt er.