Heðin Mortensen, formaður, Kommunusamskipan Føroya
Í heili fimm ár hevur Innlendismálaráðið ligið oman á arbeiðinum at gera eina einfalda kunngerð um bunkring í føroyskum havnum. Orsaka av hesum virkisloysi í Innlendismálaráðnum stendur tað einum og hvørjum frítt at sleppa olju á sjógv í samband við bunkring. Kommunusamskipan Føroya heitir tí á Innlendismálaráðið um at fara til verka, og fáa gjørt nevndu Kunngerð.
Føroya rættur hevur nú staðfest, at tað er loyvt at sleppa olju á sjógv, tá ið skip bunkrað. Hetta er greitt, eftir at strandferðslan og førarin av einum tangabili eru fríkend í Føroya rætti fyri í ósketni at hava slept 2.400 litrum av olju á sjógv í samband við, at Teistin bunkraði olju í Skopun 26. apríl 2006.
Dómarin metti ikki, at havumhvørvislógin gevur heimild til at døma partarnar fyri at hava latið olju renna á sjógv í samband við bunkring.
Trupulleikan viðvíkjandi bunkring hava allir partar verið varugur við, líka síðani havumhvørvislógin var gjørd fyri skjótt fimm árum síðani. Í viðmerkingunum til havumhvørvislógina stendur, at lógin gevur heimild til at gera ein kunngerð um bunkring av olju í føroyskum havnum. Hetta verður positivt nevnt í viðmerkingunum, tí sum tað stendur »seinastu árini eru staðfestir fleiri tilburðir av oljudálking í samband við bunkring«, og tí verður mett neyðugt at gera eina kunngerð um bunkring.
Hetta er skrivað í 2005, og nú fimm ár eftir at staðfest varð, at trupulleikar høvdu verið í samband við bunkring í fleiri ár, er framvegis eingin kunngerð gjørd.
Seinastu árini hava tað verið óteljandi dømi um, at havnarløg, bátahylar, firðir og sund eru illa dálkað av olju, serliga í samband við ósketni, tá ið bunkrað verður. Hetta hendir, uttan at tað fær stórvegis avleiðingar fyri dálkaran.
Tí vil kommunusamskipan Føroya heita á Innlendismálaráðið um at fara til verka og fáa gjørt nevndu kunngerð, í dag heldur enn í morgin.