Tað hevur alstjóran týdning fyri innlandsísin, um hann liggur á einum vátum og hálum grundarlagi, ella um hann liggur á turrari og ísakaldari hellu. Hetta er avgerandi fyri, hvussu ískápan flýtur og hvussu hon ber seg at í framtíðini.
– Um ísurin á botni er nær við at brána ella er bráðnaður, kann tað geva nóg mikið av flótandi vatni til, at ísurin fer at flyta seg skjótari, sigur Joe MacGregor, sum er ísfrøðingur hjá amerikanska rúmdarfelagsskapinum, NASA.
– Samstundis hevur hetta stóran týdning fyri, hvussu innlandsísurin ber seg at, so hvørt sum klimabroytingar gera vart við seg, sigur hann.
NASA hevur gjørt eitt kort, ið vísir, hvar botnurin á innlandsísinum er bránaður, og hevur amerikanski rúmdarfelagsskapurin brúkt fýra ymsar arbeiðshættir fyri at fáa til vega neyðugu dáturnar til kortið.
Ein av arbeiðshættunum hevur verið eitt radaraflogfar, sum hevur flogið allastaðni yvir innlandsísinum, og ein annar háttur er fylgisveinar, ið kunnu brúkast til at leita eftir umráðum við eini ráari ísflatu, sum plagar at vera tekinum, at ísurin flytur seg á bránaða botninum.
Higartil hava granskararnir bara havt fáar beinleiðis eygleiðinar av viðurskiftunum á botni undir innlandsísinum at byggja sínar metingar á, men við nýggja kortinum fer at bera betur til at koma við neyvum metingum av, hvussu støðan er.