Nevndin í Norðoya Sparikassa hevur tikið avgerð um, at Norðoya Sparikassi framhaldandi verður partur av teirri Privatu Tilbúgvingini Avgerðin ber í sær, at danski staturin komandi tvey árini veitir trygd fyri øllum innlánum í Norðoya Sparikassa.
Danski staturin hevur latið eina tvey ára trygd fyri øllum innlánum í peningastovnum í ríkinum, og eftir avtalu við fíggjargeiran skal Privata Tilbúgvingin umsita og fíggja trygdina, ið er galdandi frá 6. oktober 2008 og tvey ár fram.
Samlaða árliga tryggingargjaldið, ið peningastovnarnir skulu rinda, er 7,5 mia. kr. Árligi parturin hjá Norðoya Sparikassa er umleið 7 mió. kr. Harumframt kemur ein partur av samlaðu ábyrgdini uppá 10 mia. kr. eins og ein møgulig hækking av tryggingargjaldinum, um tær 25 mia. kr., ið tryggingargjaldið og ábyrgdin eru tilsamans, ikki røkka. Ábyrgdin og ein møgulig hækking av tryggingargjaldinum kunnu í ringasta føri kosta sparikassanum umleið 16 mió. kr. hvørt árið.
Hetta gjaldið fer at minka tilsvarandi um avlop sparikassans, sigur sparikassin í tíðindaskrivi.