Innkomuvegurin skal gerast bíligari enn 288 milliónir

Tórshavnar kommuna hevur so nógvar kjarnutænastur at røkja og fer tí at taka lán til innkomuvegin, sum skal gerast alt fyri eitt. – Men vit skulu hava eina bíligari loysn, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd

Soleiðis sær ætlanin út við innkomuvegnum úr Rossagili suður í Marknagil

Hóast innkomuvegurin til Havnar, saman við tunlinum av Villingadalsvegnum út í Marknagil, er mettur at kosta 288 milliónir krónur, so væntar Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, at tey megna at gera arbeiðið eitt sindur bíligari.

 

Men tað er í øllum førum greitt, at kommunan má læna pengar til tess at fremja verkætlanina.

 

– Ja tað noyðast vit, tí vit hava so nógvar aðrar kjarnutænastur, sum vit skulu røkja, sigur hann, so kommunan kann ikki nýta alla íløguætlanina upp á hesa verkætlanin.

 

Men tað sær hann ikki sum ein trupulleika, tí at innkomuvegurin fer at framtíðartryggja býin frameftir.

 

Men akkurát hvat tunnilin fer at kosta er tað eingin sum veit enn. Løgtingið fer í dag undir fyrstu viðgerð av uppskoti um fíggjarligan stuðul til innkomuvegin í Havn. Tað snýr seg um, at landið rindar 110 milliónir av verkætlanini, og so rindar kommunan restina - um hann so kostar meira ella minni enn tær 288 milliónirnar, sum hann er mettur at kosta.

 

Tað skulu gerast fleiri íbindingar í innkomuvegin, og sum skilst hevur kommunan aðrar loysnir, enn tær sera dýru, sum eru í uppskotinum.

 

Linjuføringin er so nøkulunda greið. Vegurin verður gjørdur frá rundkoyringini oman fyri Rossagil við tunnilsmunnan á Eysturoyartunlinum niðan móti Klingruni í Hoyvk. Haðani verður farið tvørtur um niðan fyri Vatnaskarðar og suður í Villingadalsvegin eftir tí vegi og brúgv, sum partvís eru gjørd. Tunnilsmunnin verður undir Brúnni, sum er hamarin vestan fyri Villingadalsvegin.

 

##med2##

 

Jarðfrøðiligar kanningar skulu gera av, júst hvussu linjuføringin við tunlinum verður. Men hann skal førast suður í Marknagil og koma út umleið við eystara enda á ríðibreytini. Haðan verður vegur gjørdur oman í Marknagilsvegin, sum eisini verður knýttur í Hotel Føroyar og Oyggjarvegin.

 

Hóast játtanin frá landinum verður goldin yvir fimm ár, so merkir tað ikki, at tað fer at taka fimm ár at fremja verkætlanina.

 

– Vit fara í gongd sum skjótast, og tað verður koyrt á, til alt arbeiðið er liðugt. Eg vænti, at vit klára at gera arbeiðið skjótari enn upp á fimm ár, sigur Tróndur Sigurðsson.

 

Soleiðis sær ætlanin út við innkomuvegnum úr Rossagili suður í Marknagil

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráharri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð