Innkomuvegur gerast við gróti úr tunlinum

Nýggja leiðslan í Tórshavnar kommunu æltar at fara undir tunnilin millum Villingardalsvegin og Marknagil beinanvegin. Grótið skal brúkast til innkomuvegin

Nýggi innkomuvegurin millum tunnilsmunnan í Rossagili norðan fyri Hvítanes og Villingadalsvegin skal gerast alt fyri eitt. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

Á tíðindafundi týsdagin greiddu tey í nýggja meirilutanum frá sínum ætlanum fyri komandi býráðsskeiðið fram til 2025.

– Vit ætla okkum somu loysn í sambandi við innkomuvegin, sum tey hava fingið í Runavík, har landið hevur játtað eina ávísa upphædd, og so rindar kommunan rest, sigur Heðin Mortensen.

Borgarstjórin í Havn viðgongur, at talan er um stóra og dýra verkætlan. Men ætlanin er ikki at læna pengar.

– Býráðið hevur einki lán, og hevði einki lán, seinast vit sótu við valdið og hevur heldur einki tikið í seinastu setu, so tað er positivt, sigur Heðin Mortensen.

– Vit hava møguleika til at læna, um vit skulu gera okkurt her og nú. Vit kunnu læna upp til eina álíkning, men tað er ikki tað, vit ætla. Seinasta signalið frá Løgtinginum er, at Tórshavnar Kommuna fær eina upphædd og sjálv stendur fyri at byggja innkomuvergin. Talan er um einar 100 milliónir krónur, sum landið skal gjalda, sigur borgarstjórin.

##med2##

Sambært Heðini Mortensen kostar vegurin umleið 100 milliónir krónur, meðan ein tunnil frá Villingadadalsvegnum út í Marknagil kostar millum 60 og 80 milliónir krónur.

– Fyrra avtalan var, at landið og kommunan skuldi rinda hesa verkætlanina helvt um helvt, sigur Heðin Mortensen.

– Fara vit í holt við tunnilin nú, so kunnu vit brúka grótið úr tunlinum til innkomuvegin, tí so fáa vit tað munandi munandi bíligari, sigur hann og leggur afturat, at ætlanin er at fíggja arbeiði yvir raksturin og ikki at taka lán.

– Men her kann eg vísa á, at vit hava møguleikar at fíggja stórar verkætlanin við at hækka skattaprosentið í eina tíð. Tað gjørdu vit, tá vit bygdu Boðanesheimið – og lánið varð goldið niður upp á trý ár, sigur Heðin Mortensen.

Men hóast góða viljan hjá býráðnum, so fór skattaprosentið ta ferðina ikki heilt niðuraftur á sama støði.

– Men vit hava hava eitt tað lægsta skattaprosentið í landinum og hægsta barnafrádrátt.

– Vit hava fleiri kort at spæla við, men vit vilja fyrst hava eina útmelding frá Løgtinginum. Tað seinasta, eg havi frætt, er at fíggjarnevndin álegði landsstýrismanninum at fáa avtaluna við Tórshavnar kommunu upp á pláss á sama hátt, sum tey hava gjørt í Runavík, sigur Heðin Mortensen.

– Soleiðis er støðan beint nú, og hesum bíða vit eftir. Men vit kunnu ikki bíða so øgiliga leingi, sigur nýggi borgarstjórin í Havn.