Framsøgukvinnan hjá Javnaðarflokkinum, Helena Dam á Neystabø segði í tinginum í dag, at í 2018 má ein endalig loysn finnast á spurninginum um innkomuvegin til Tórshavn frá Eysturoyartunnlinum.
-Tað sum er sett á fíggjarlógini fyri 2018 ger ongan veg, segði hon.
Hon vísti á, ein semja var gjørd millum landsstýrið og Tórshavnar Býráð um, hvar vegurin skal gerast, men nýggi meirlutin í býráðnum í Havn hevur forkastað avtaluna, sum var gjørd.
-Vit kunnu ikki lata eina óumhugsaða avgerð gera, at vit fáa ferðslukaos, tá ið tunnilin letur upp. So loysnin má finnast í seinasta lagi í 2018, sigur Helena Dam á Neystabø