Innihaldsliga gongdin í Jóhannespassiónini

Millum tey mongu gitnu bókmentaligu, myndlistarligu og tónlistarligu verkini, sum frá miðøld og upp til okkara dagar hava lýst líðing og deyða Jesu Krists, standa Matteuspassiónin og Jóhannespassiónin hjá J. S. Bach ovast á breddanum.

Talan er um oratorium, dramatisk tónaverk, har bíbilskar tilgongdir verða lýstar við orðum og tónum, men ikki við leiklistarligum spæli sum í operum. Frávikið frá oratorium annars er, at passiónirnar burturav snúgva seg um pínslusøgu og deyða frelsarans á krossinum.
Í høvuðsheitum er teksturin í Jóhannespassiónini, sum navnið vísir, tikin úr Jóhannesar evangelium (Johs. 18 og 19). Tó eru tekstir skoyttir uppí og skotnir innímillum, sum serliga í solo-arium og kórsálmum hugleiðandi geva sítt íkast til bíbilsku søgugongdina.
Hvørjum leita tit eftir?
Eftir tignarliga inngangin herskaranna Harra til heiðurs byrjar dramatiska tilgongdin. Evangelisturin leggur fyri við, at Jesus í grasagarði saman við sínum lærisveinum verður órógvaður av Judasi í fylgi við hermonnum, prestum og øðrum farisearum. "Hvørjum leita tit eftir?" spyr Jesus. "Jesusi úr Nasaret", verður svarað í kóri. "Tað eri eg," sigur Jesus. Kórið syngur síðan dapurligan sálm um lagnu Jesusar, og síðan hoyra vit, at Símun Pætur dregur svørð og høggur oyra av tænara høvuðsprestsins."Stikk svør títt í slíðran, tí hesa skál hevur faðirin givið mær at drekka", sigur Jesus. "Veri vilji tín, Harri, her á jørð eins og í himnasali", syngur kórið.
Jesus verður nú handtikin og verður førdur bundin til høvuðsprestin Kaifas. Altsolisturin fellur inn við ariu "Til tess at loysa meg úr syndabondum verður frelsari mín bundin". Sum framhald av frásøgn evangelistsins, at Símun Pætur og ein annar lærusveinur tá fylgdu Jesusi eftir, syngur sopransolisturin:"Fegin fylgi eisini eg tær eftir".
Ert tú ikki ...?
Næsta er yvirhoyringin hjá høvuðsprestinum. Tá Jesus ikki svarar eftir vild, gevur tænari honum ein undir vangan, og við kenslubornum sálmalag harmast kórið, at Jesus, sum ikki veit av synd, okkara vegna verður so illa viðfarin. Uttanfyri stendur Pætur og vermir seg við kolaeld saman við tænarum og húskøllum. "Ert tú ikki ein av hansara lærusveinum", spyrja teir hann í kóri. Dirvisleysur noktar Pætur. Men tá nú hanin gelur, renna honum Jesusar orð í huga: "Áðrenn hanin gelur, skalt tú avnokta meg tríggjar ferðir." Kenslubornari tónleikadømi finnst valla, enn tá Pætur tá fór út og græt sárliga um sína svikagerð.
Fyrri partur endar við, at fyrst tenorsolisturin og síðan kórið taka afturíaftur um vónloysi og harmastøðu Pæturs.
Ódligir tónar
Í øðrum parti, sum er munandi longri enn hin fyrri, hugleiður kórið inngangandi aftur um, hvussu Kristus ósekur okkara vegna verður háaður og illa viðfarin. Jesus verður nú førdur yvir í dómhúsið, har Pilatus hevur fyrisæti. "Hvørja klagu hava tit móti hesum manni," spyr hann teir ákærandi. Harðliga svara teir aftur:"Var hesin ikki ein misgerðarmaður, høvdu vit ikki latið hann til dóms hjá tær!"-"Takið hann so og dømið hann eftir tykkara lógum," sigur Pilatus. Við somu ódligu tónum sum í fyrra satsi verður svarað aftur í kóri:" Okkum er ikki loyvt at drepa nakran!"
Soleiðis verður syft ímillum í teirri framhaldandi dómsviðgerðini. Pilatus roynir ymsar vegir at sleppa undan at taka støðu; men hópurin - prestar, hermenn og uppøsta mannmúgvan - spotta Jesus og streingja á við ymsum argu-mentum at fáa hann dømdan frá lívinum.
Tað er fullgjørt
Ov drúgvt verður at fara meira út í æsir við hesari vælkendu tilgongd fyri brátt 2000 árum síðan. Men samanumtikið kann sigast, at um enn Jóhannespassi-ónin kanska ikki er eitt so listarliga fullborið og búgvið verk sum Matteuspassiónin, so røkkur hon við sínum nógvu undurføgru sálmum, sínum inniligu og myndandi solo-arium og sínum skelkandi kórsatsum slíkum listarligum hæddum, sum neyvan annað skrivað tónaverk.
Eyðkent fyri Jóhannespassi-ónina er, at hon er meira enn eitt kensluborið harmaljóð um ta líðing og tað vónloysi á krossinum, sum orðini "Gud, mín Gud mín, hví fórt tú frá?" bóru boð um, frá byrjan endurtakandi er ein lovsongur til tann himinsins kongason, sum óvikandi heldur fast um vilja sín at fremja tað verk, sum faðirin hevur litið honum til, og sum sigursælur sum síni seinastu orð kundi siga:"Tað er fullgjørt!"