Tað liggur væl fyri hjá sildaskipunum, sum partrola í norskum sjógvi Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava partrolað. Finnur Fríði fekk umleið 480 tons. Teir komu inn til Bodø at landa í gjár og vóru lidnir í morgun. Sildin var í meðal 330 gram.
Tá Finnur Fríði var farin at sigla, hildu Tróndur í Gøtu og Jupiter fram við fiskarínum. Tað gekk so mikið væl, at nú er Tróndur í Gøtu á veg til Måløy við umleið 700 tonsum av sild. Teir byrja væntandi at landa í annakvøld. Hendan sildin er heldur smærri enn tann, sum Finnur Fríði landaði.
Jupiter og Finnur Fríði sigla í løtuni vestureftir á fiskileið, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.










