Klaksvíksskipini Christian í Grótinum og Norðborg eru inni og landa makrel Christian í Grótinum er í Ellingsøy í Noregi. Teir komu inn á midnátt í gjárkvøldið og skuldu landa í morgun.
Christian í Grótinum hevur 300 tons av makreli.
Norðborg kom til Lerwick í gjárkvøldið at landa makrel, men teir søgdu seg hava lítið í lastini.