Fyri at viðskiftafólk ikki skulu renna frá Peri til Pól á Føroya Tele, so kann alt fáast á einum stað á vinnudeildini, sum veitir loysnir á øllum økjum.
Føroya Tele hevur seinastu tíðina styrkt um vinnudeildina við fleiri starvsfólkum. Virkisrágevararnir eru ein týdningarmikil partur av deildini, og teirra uppgáva er at veita vinnulívskundum ráðgeving.
Á vørumessuni verður møguleiki hjá teimum vitjandi at royna útgerðina. Tað er fyrst og fremst digitalir vekslarar, sum verða sýndir fram. Hesir geva m.a. møguleika fyri tráðleysum sambandi millum bygningar.
Framyvir fer vinnudeildin eisini at geva aðrar meira smidligar loysnir innan datasamskifti. Her er talan um Frame Relay, sum er meira smidligt datasamskifti.