Tann konservativi andstøðuflokkurin í Bretlandi heldur, at fremmandafólk, sum ætla sær at búgva í Bretlandi í eitt ár ella meiri, skulu heilsukannast, og kanningina skulu tey sjálvi gjalda. Kanningin skal umfata øll, sum koma úr londum uttan fyri ES, men vanlig flóttafólk eru kortini undantikin.
Formaðurin hjá teimum konservativu, Michael Howard, hevur sett viðurskiftini viðvíkjandi teimum nógvu fremmandafólkunum ovarlaga á dagsskránna, nú val verður í Bretlandi í næstum. Flokkurin sigur tað vera alneyðugt at viðgera hesi viðurskiftini. Tað heldur stjórnarflokkurin Labour eisini, og báðir flokkar hava fleiri uppskot á økinum.
Michael Howard sigur, at uppskotið um at kanna heilsuna hjá fremmandafólki er gjørt eftir tilsvarandi uppskotum, sum verða viðgjørd í Avstralia, Ný Sælandi og Kanada í hesum døgum. Eftir hesum uppskotunum skulu tey fremmandu kannast fyri eitt nú eyðkvæmi og tuberklar.










