Innflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar er nógv minkaður. Innflutningurin av skipum og rávøru til fiskavirking er vaksin, meðan restin er minkað. Samlaða minkingin í innflutningstølunum er 18%, men verða skip og bátar frároknað, er minkingin heili 27% skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.
Størsti parturin av minkingini stavar tó frá brennievni. Ikki tí at vit brúka so nógv minni bensin og olju, enn vit gjørdu í fjør. Men prísurin er lækkaður somikið nógv hetta seinasta árið, at innflutningsvirðið av brennievni er minkað 40%.
Eisini er innflutningurin av maskinum, byggitilfari og tilfari til annan ídnað minkað rættiliga nógv.










