Innflyta færri brúktar bilar

Sambært hagtølum frá Akstovuni er talið á innfluttum brúktum bilum á leið á sama støði sum í fjør.

 

Innflutningurin av brúktum bilum er nakað minni í juni í ár enn í juni í fjør, men fyri fyrstu seks mánaðirnar eru talið á leið tað sama sum í fjør.

 

Føroyingar hava innflutt nakrar lastbilar fleiri fyrra hálvár í ár enn í fjør. 28 brúktir lastbilar eru komnir til landið higartil í ár, í mun til 13 fyrra hálvár í fjør. Hinvegin er ongin brúktur bussur komin til landið, meðan fimm slíkir komu fyrstu seks mánaðirnar í fjør.

 

Seks ellisakfør eru komin til landið higartil í ár, í mun til tvey fram til juni í fjør.

 

30 brúktir persónbilar eru innfluttir fyrstu seks mánaðirnar í ár, sum er sjey færri enn í fjør.