Til tíðir hevur tað tikið upp á seg at keypa brúktar bilar í útlandinum og flyta teir til Føroya og mangur føroyingur í dag heldur seg hava gjørt nógv góð keyp á hendan hátt.
Tó bendir okkurt á, at í løtuni er eingin marknaður fyri hesum. Í øllum førum eru tølini fyri innflutningi av brúktum akførum heilt lág, tó á umleið sama støði sum í fjør. Hetta vísir mánaðarliga uppgerðin frá Akstovuni um innflutning av brúktum akførum.
Meðan føroyingar hava innflutt yvir 100 nýggjar persónbilar fleiri higartil í ár í mun til í fjør, hava vit einans innflutt ein brúktan persónbil meiri enn fyrstu fimm mánaðirnir í fjør.
Tó so, ein ávísur marknaður tykist vera fyri brúktum lastbilum. Higartil í ár hava vit innflutt 25 brúktar lastbilar, samanborið við 10 fyrstu fimm mánaðirnir í fjør. Tað er ein vøkstur á 150 prosent. Men higartil í ár hava vit ikki innflutt nakran brúktan buss, smábuss, hýruvogn ella neyðsendarakfar.










