HANDILSAVTALA
Bakkafrost á Glyvrum hevur úr at gera í løtuni. Tey 80 starvsfólkini á virkinum skera hvørja viku millum 110 og 140 tons av laksaportiónum at útflyta til ES marknaðin. Tann peningaligi umsetningurin av hesum virksemi liggur millum hálvatriðju og fýra milliónir krónur um vikuna, og hetta skal kunna geva vinning um alt gongur sum tað skal. Tað sær tað eisini út til at gera.
Men um eitt ár er trot á føroyskum laksi og tað merkir at so er eingin rávøra til Bakkafrost, og sama søga ger seg galdandi fyri aðrar framleiðarar av føroyskum laksi so sum Faroe Seafood Processing Fuglafjørður ? tað er, um ikki alternativar loysnir finnast.
Tey ið varða av hesum virksemi hava via Vinnuhúsið og aðrar instansir greitt frá at rávøru grundarlagið í Føroyum er um at hvørva hvat laksi viðvíkur, samstundis sum tað er óstøðugt hvat øðrum fiskasløgum viðvikur. Hvat er tá til ráða at taka?
Loysnin er innflutningur av fiski úr triðjalondum til virðisøking í Føroyum og víðari útflutning til ES uttan um tollmúrarnar. Alt bendir á at ein avtala um hesi viðurskifti er á trappuni.
Russland ikki við
- Mong virkir seta stórar vónir til at Føroyar koma við í eina skipan fyri kumulering, segði vinnuráðgevin Hans Jákup Mikkelsen.
- Undanfarna Landsstýri var komið rættiliga langt ávegis og eg rokni við at málið er komið víðari við núverandi Landsstýri. Tá var tað upp á tal at ein avtala skuldi kunna koma í gildi við ársbyrjan 2005.
Sum skilst hevur málið rullað sína regluliga kós síðani tá.
- Bæði undanfarna og sitandi Landsstýrið hava arbeitt við at fáa Føroyar við í í ta pan-europeisku skipanina fyri kumulering, segði Herluf Sigvaldsson, deildarstjóri á Uttanlandsdeildini hjá Løgmansskrivstovuni.
- Málið er nú í Bruxelles við at verða lagt fyri ES ministararáðið og her heima fyri Uttanríkisnevndina hjá Løgtinginum. Avgerðirnar verða tiknar av ES ministararáðnum og løgmanni, tó skal avtalan formliga góðkennast av Felagssnevndini hjá Føroyum og ES. Vónandi kann tað formella undirskrivast tá Felagssnevndin hevur sítt ársfund í november, á hesum sinni í Havn.
Heilt uttan trupulleikar hevur tað ikki verið at koma fram til hesa handilsavtalu.
- Trupulleikin hjá Føroyum hevur verið at fáa laks og rækjur við í avtaluna, segði Hans Jákup Mikkelsen.
- Men eg havi nú skilt at tær eru við, tó havi eg ikki fingið hetta váttað.
Sambært tær upplýsingar vit hava fingið umfatar avtalan allan botnfisk umframt rækjur og laks. Hetta merkir í praktikkinum at føroyingar kunnu keypa fisk úr Noreg og Íslandi og tilvirka hann her fyri síðani at senda flak, portiónir og annað til ES marknaðinum sum fiskavørur við føroyskum uppruna.
Russland roknast ikki millum tey umfataðu triðjalondini, sum annars eru: Bulgaria, Sveits íroknað Liechtenstein, Tjekkiska Lýðveldið, Estonia, Ungarn, Ísland, Lithuania, Latvia, Noreg, Poland, Romenia, Slovenia, Slovakiska Lýðveldið og Turkaland.










