Tað vísa hagtøl hjá Akstovuni.
Vøksturin er næstan 300 prosent í mun til januarmánað í fjør, tí tá vóru bara innflutt 7 nýggj akfør.
Innfluttt vórðu í januarmánaði 9 brúktir lastbilar, 6 brúktir persónbilar, 5 ellisakfør, 4 brúktir vøruvognar og 3 brúkt prutl.
Harumframt vóru í janauarmánaði í ár skrásett 217 nýggj akfør. Tað eru 37 fleiri enn í fjør, tá skrásett vóru 180 akfør í januarmánaði.
Árið 2019 var annars metár viðvíkjandi bilasølu, tí tá vóru á fyrsta sinni yvir 3.000 nýggj akfør seld í Føroyum.