Innflutningurin veksur á flestu økjum

Fyrsta ársfjórðing í ár vaks innflutningurin við 14 prosentum, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Hetta er, tá vit ikki rokna skip og flogfør við. Og tá er munandi vøkstur í innflutninginum av øllum vørubólkum.

Tað skrivar Hagstovan í morgun. Eins og í fjør er størsti vøksturin framvegis í innflutninginum til hav- og landbúnað, har alivinnan eigur meginpartin.

Brennievni viga tungt í innflutninginum, og her er ein vøkstur við einum fjórðingi, orsakað av príshækkingum fyrst í árinum.

Innflutningurin av vørum til húsarhaldsnýtslu og av tilfari til byggivinnuna hevur leingi mest sum staðið í stað, men nú sæst eisini vøkstur í hesum bólkum við 5-6 prosentum.

Av húsarhaldsvørum er vøksturin serliga av mat- og drekkavørum og øðrum ódrúgvum vørum, meðan tað er lítil vøkstur í drúgvum vørum (tað er til dømis hvítvørur, sjónvarp, møblar og tílíkt) og hálvdrúgvum vørum (tað er til dømis klæðir, vørur til persónliga røkt og tílíkt).

Nógv tann størsta broytingin í innflutninginum frá fyrsta ársfjórðingi í fjør til í ár er tó í bólkinum við skipum og flogførum, sum minkar við næstan trimum fjórðingum. Hetta er so stór minking, at tá skip og flogfør verða tikin við, minkar allur innflutningurin tilsamans við 17%.