Innflutningurin til nýtslu vaksin fýra prosent

Innflutningurin av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu minkaði nógv árini aftaná  2007, tá fíggjarkreppan gjørdi um seg.

 

Seinast innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu minkaði, var aftaná 1988. Tá gingu 12 ár áðrenn innflutninguin aftur fór uppum støði frá 1988. Í 2013 var sætta árið, at innflutninguin lá undir støðinum frá metinum í 2007.

 

Tað er tó stórur munur á, hvussu nógv minkingin var í nítiárunum, samanborið við tað, vit síggja nú. Frá 1988 til 1993 minkaði innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu 40%, so tað vóru fimm ár á rað við minking.

 

Hinvegin vóru tað trý ár við minking aftaná 2007, soleiðis at í 2010 var innflutningurin minkaður 15%. Í fjør innfluttu vit fyri 8% minni enn í 2007.