Innflutningurin til Føroyar er munandi vaksin

Men fyri ein stóran part er talan um príshækkingar, vit onga ávirkan hava á

Fyrstu seks mánaðirnar í ár var nýtslan í Føroyum munandi størri enn hon var í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at vøksturin er heili 12 prosent. Her er ikki talan um innflutningin í nøgd, men í krónum.

 

Fyrra hálvár í 2017 var innflutningurin 3.565 milliónir krónur. Tað eru 378 milliónir, ella 12 prosent meiri enn í fjør, her eru skip og flogfør tald upp í. Men verða tey tikin burtur úr, var innflutningurin 3.295 milliónir krónur fyrra hálvár í ár. Tað eru 320 milliónir meiri enn í fjør, tað er ein vøkstur upp á 11 prosent.

 

Fyrra hálvár í 2016 innfluttu vit fyri 3,187 milliónir og uttan skip og flogfør var innflutningurin 2,975 milliónir.

 

Hagstovan sigur, at serliga er innflutningurin av brennievni nógv hækkaður. Vit hava brúkt helvtina meir upp á brennievni, samanborið við í fjør, og tað er serliga oljuprísurin, sum er orsøkin til tað.

 

Men vit hava eisini innflutt munandi meira av bilum. Fyrra hálvár í ár innfluttu vit bilar fyri 277 milliónir og tað er ein vøkstur upp á 36 prosent, ella 74 milliónir krónur meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Fyrra hálvár í ár var innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu 715 milliónir og tað eru 6 prosent meiri enn í fjør. Har er tað serliga klæðir og aðrar hálvdrúgvar nýtsluvørur, umframt búnýti, og aðrar drúgvar nýtsluvørurnar, sum vit hava keypt meiri av, innflutningurin av matvørum og drekkivørum er vaksin trý prosent í ár.

 

Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna og av maskinum og amboðum er minkaður í ár, samanborið við fyrra hálvár í fjør. Men her skoytir Hagstovan upp í at innflutningurin av hesum vørum var óvanliga høgur í fjør, so hóast tað minkar í ár, er framvegis talan um, at innflutningurin av byggitilfari og maskinum og amboðum er høgur, samanborið við árini frammanundan.