Innflutningurin til Føroya stendur í stað.
Tað sæst í nýggju tølunum frá Hagstovuni yvir innflutningin í tíðini frá januar til november í fjør, samanborið við 2012.
Sum tað sæst í aðrari grein her á in.fo er útflutningurin vaksin 10 prosent.
Men verður innflutningurin av skipum og flogførum ikki tikin við, er innflutningurin bara vaksin eitt prosent.
Tilsamans innfluttu vit ymsar vørur fyri 4,978 milliardir teir 11 mánaðirnar frá januar til november í fjør.
Tað eru 31 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í 2012, tá ið innflutningurin var 4,946 milliardir.
Verða skip og flogfør tald við, er innflutningurin hinvegin minkaður átta prosent.
Vit innfluttu nevniliga skip og flogfør fyri 1,328 milliardir frá januar til november í 2012, men tann innflutningurin minkaði 512 milliónir í 2013, niður í 816 milliónir.
Annars er stórar broytingar í, hvørjar vørur vit innflyta.
Innflutningurin av bilum er vaksin 28 prosent, úr 198 milliónum í 2012, upp í 254 milliónir í 2013.
Les eisini: Útflutningurin vaksin 10 prosent
Hinvegin er innflutningurin av vanligum húsarhaldsvørum vaksin fýra prosent, úr 1,069 milliardum í 2012, upp í 1,114 milliardir í 2013.
Innflutningurin til hav- og landbúnað er vaksin 14 prosent, og innflutningurin av tilfari til byggivinnuna er vaksin 18 prosent og innflutningurin av rávørum til fiskivinnuna er vaksin átta prosent.
|









