Fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár er innflutningurin til Føroya munandi vaksin.
Men tað eru ikki vanligar nýtsluvørur, sum ger útslagið, verri enn so.
Tvørtur ímóti er tað serliga nýggi loftbussurin hjá Atlantsflogi og innflutningurin av skipum, eitt nú hvalbiartrolarunum, sum gera næstan allan munin, tí tey eru øll innflutt í ár.
Ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár hevur stívliga fjórðingurin av
innflutninginum verið skip og flogfør.?
Tey eru heili 28% av samlaða innflutninginum higartil í ár.
Tilsamans innfluttu vit fyri 2135 milliónir fyra teir fyrstu mánaðirnar í ár, aftur ímóti 1431 milliónir í sama tíðarskeiði í fjør.
Vøksturin í innflutninginum fyrstu fýra mánaðirnir í ár, aftur ímóti í fjør, var 704 milliónir krónur, ella 49%.
Men Av vøkstrinum er innflutningurin av skipum og flogførum 566 milliónir krónur og restin er so aðrar innflutningsvørur.
Men uttan skip og flogfør er innflutningurin vaksin úr 1395 milliónir, upp í 1535 milliónir. Tað er ein vøkstur upp á 138 milliónir, ella 10%.
Vit hava innflutt áleið somu nøgd av brennievni í ár, men av tí at prísurin hevur verið væl hægri, er innflutningsvirðið 39 milliónir krónur, ella 12% hægri. ?Innflutningurin er vaksin í næstan øllum vørubólkunum, uttan í tí stóra bólkinum til húsarhaldsnýtslu.
Har er nevniliga tað merkisverda hent, at innflutningurin er minkaður 1%., úr 390 milliónum, niður í 388 milliónir.
Haraftrat er stór minking í innflutninginum av rávøru til fiskavirking, har tað er innflutningurin av ídnaðarfiski, sum er nógv minkaður.?
Størsti lutfalsligi vøksturin er av akførum, har vit hava innflutt fyri næstan triðingin meir enn í fjør.
Eisini innflutningurin av tilfari til annan ídnað er vaksin nógv, ein fjórðingur meir enn í fjør.?
Annars innflutti byggivinnan fyri áleið tað sama sum í fjør.