Føroyar innfluttu fyri 10,7 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá juni 2023 til mai 2024. Tað eru 1,6 millardir krónur, ella 13 prosent, minni enn undanfarna skeið.
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum.
Tað vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 485,1 millión krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 704,1 milliónum krónum, ella 19,8 prosentum. Hetta er fyri tað mesta skip.
Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til endaliga nýtslu er minkaður 761 milliónir krónur, ella góð 14 prosent.
Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 249,3 milliónir krónur, ella 5,5 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini minking í innflutningi av flutningstólum og tilfari til alivinnuna.
Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum.