Innflutningurin minkaður nógv

Innflutningurin higartil í ár eru umleið eina milliard krónur minni enn í sama tíðarskeiði í fjør, og árið kann enda við avlopi á handilsjavnanum. Tað er áleið eitt ár, síðan minkingin í innflutninginum av álvara tók dik á seg, og líkt er til at innflutningurin framvegis er minkandi. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.

Sagt verður, at innflutningurin av vanligum vørum til vinnu og húsarhald er minkaður eina mia. kr. fyrstu 8 mánaðirnar í ár. Telja vit skipini við er minkingin góðar 800 mió. kr.

Samlaði innflutningurin er sostatt minkaður 23% higartil í ár, meðan útflutningurin er minkaður 7%. Um hetta verður úrslitið tá árið er úti, verður yvirskot á handilsjavnanum fyri fyrstu ferð síðan 2002, sigur Hagstovan.