Higartil í ár er innflutt fyri 3,8 mia. kr. og er hetta eitt sindur minni enn somu tíð í fjør, tá innflutt varð fyri 3,9 mia. Tað er ein minking uppá 2%, skrivar Hagstovan. Tað er stórt sæð bara av brennievni, vit síggja ein vøkstur í innflutningsvirði, meðan flestu aðrar vørur eru í minking.
Telja vit ikki skipini við, er framvegis ein vøkstur í samlaða innflutninginum uppá 3%.
Um vit bara samanbera 3. ársfjóring í ár við 3. ársfjórðing í fjør, er minkingin størri enn tá vit samanbera alt árið. Hetta kemst av, at tað er serliga seinastu mánaðarnar, at minkingin í innflutninginum sæst, meðan fyrr í ár, og serliga 1. ársfjórðing, var stórur vøkstur.
Innflutningsvirðið av brennievni vaks mest í 2. ársfjórðingi, og minst í 3. ársfjórðingi. Hetta hongur saman við, at prísirnir vóru í hæddini í summar, og eru síðan lækkaðir munandi.