Tað hjálpti einki hjá einum ungum manni, sum breyt inn í Mimir í Havn, at fara líka í landsrættin við málinum fyri at fáa linari revsing.
Í Føroya rætti var tann 26 ára gamli maðurin dømdur at sita í sjey mánaðir í fongsli, umframt at hann skal rinda 4.800 krónur í bót og harafturatskal hann eisini rinda 29.700 krónur í endurgjaldi fyri tað, hann oyðilegði.
Men maðurin var so ónøgdur við dómin, at hann skeyt hann inn fyri Landsrættin. Nú hevur landsrætturin so tikið støðu til, at dómurin í Føroya rætti skuldi staðfestast, so har var eingin vegur aftur.
Orsøkin til at fongsulsrevsingin var so hørð, var, at hóast hann er ungur, er hann heili sjey ferðir áður dømdur fyri innbrot.
So seint sum í summar varð hann royndarleyslatin - men tað gekk ikki meiri enn ein mánaði, so varð hann aftur tikin fyri innbrot.
Tað var tann 8. august í ár, at fólk varnaðust, at óbodnir gestir høvdu verið á gátt í Mimir.
Ein rútur í hurðini var brotin, og inni í Mimir var kassaapparatið brotið upp. Men innbrotsmaðurin hevði eisini framt herverki, tí heilt nógvar fløskur vóru stoyttar á gólvið, umframt at fleiri fløskur vóru stolnar.
Heldur ikki ein fartelda hevði fingið frið, tí har var brennivín stoytt á hana, og so var teldan latin aftur.
Men tjóvurin feldi mestsum seg sjálvan, tí hann var so óansin at hann traðkaði í ein hyl av gajolsnapsi, hann hevði stoytt á gólvið, so har stóð mynstrið undir sólanum á skónum prentað so fínt í einum hyli av svørtum gajolsnapsi.
Løgreglan hevði illgruna til mannin, so var tað skjótt, at hjá løgregluni bankaði upp á hjá honum og í ganginum fann hon einar skógvar, har mynstrið undir sólanum passaði akkurát til fótafarið í gajolsnapsinum á gólvinum í Mimir.
Men í hesum sambandi var maðurin eisini ákærdur fyri at hava brotið ein rút hjá Almannaverkinum, umframt fyri at hava brotið vápnalógina, fyri at ganga við knúgvajarni og fyri at koyra bil, hóast hann hevur mist koyrikortið.