Náttina 14. februar í ár varð brotið inn í húsinum hjá Bergtóru Óladóttur Poulsen, og málið fekk nógva umrøðú í miðlunum, tí tað var so óvanligt.
Bergtóra sjálv har og ferðaðist um hetta mundi og var tí ikki inni, tá innbrotið varð framt. Men innbrotsmaðurin hevði gjørt nógv um seg, og byrjaði viða t steina rútin í úthurðini inn. Har hevði hann skorið seg, og blóð var klínt um veggir og innbúgv.
Hvussu leingi maðurin hevur verið inni í húsunum er ilt at meta um, men tað heilt løgna var, at hann var farin undir brúsu, meðan innbrotið var framt. Sjálvur sigur maðurin seg einki minnast frá kvøldinum, tí hann var so fullur. Maðurin greiddi frá, at hann vanliga ikki drekkur, og at hetta bert var fimta ferðir, at hann hevði verið fullur.
Maðurin hevði eisini stolið nakrar lutir, og teir vóru so løgnir sum tvey dýnuvørð, tvey løk og eina mynd.
Maðurin greiddi frá, at hann hevði ikki verið inni í húsunum áður, men at hann visti um húsini, tí hann einaferð hevði arbeitt uttan fyri har. Hetta brúkti ákærin eisini sum prógv um, at tað verðuliga var rætti maðurin, ið løgreglan hevði fingið fatur á, tí dna-royndirnar prógvaðu, talan var um rætta mannin.
Sum nevnt segði maðurin seg einki minnast, hóast hann hevði verið undir brúsu, og tí fekst einki boð um, hvør motivatiónin handan innbrotið var. Tað visti maðurin einki um at siga.
Anonymt tip
Løgreglan hevði ikki so nógv spor at ganga eftir í málinum, tí hóast dna-royndir vóru fingnar av blóðinum, so mátti onkur persónur finnast, sum átti hetta dna’ið.
Karl Johansen, løgregluassistentur og núverandi sýslumaður, fekk 2. mars eina anonyma uppringing um at navngivin persónur var hin seki. Spurdur, hvussu hesin visti, at hetta var rætti persónurin svaraði hann bara, at tað mátti løgreglan sjálv finna útav, og síðani legði hann hornið á.
Karl Johansen greiddi síðani frá, at eftir morgunfundin koyrdu hann og ein annar løgreglumaður á givnu adressuna, og spurdu eftir manninum, sum enn ikki var uppi tá.
Maðurin var tó skjótur, men tá løgreglan spurdi hann, um hann visti hví teir vóru har, svaraði hann nei. Maðurin hevði rímiliga nýggj skurðsár á arminum, og spurdur váttaði hann, at hann hevði fingið tey nevnda vikuskifti.
Løgreglan gjørdi tí av at taka mannin við á løgreglustøðina til avhoyringar, og har varð hann so skuldsettur fyri innbrotið.
Endurgjald
Fríggjadagin var málið so fyri í Føroya Rætti. Ákærdi maðurin og løgreglumaðurin vóru einastu vinti, umframt Bergtóru Óladóttir Poulsen, men ákærdi maðurin var ikki til nógva hjálp, hvørki hjá ákæra ella verja. Hann segði seg stutt sagt einki minnast frá hendingini.
Skaðin var tó umfatandi. Blóð var smurt eftir veggjum og innbúgvi, og millum annað var sofan og seingin blóðdálkað, so neyðugt var at skifta hetta út.
Tryggingarfelagið Føroyar setti fram endurgjald móti manninum, og higartil hevur felagið lagt út 85.644 krónur. Hartil kemur so eitt endurgjaldskrav frá Bergtóru Óladóttir Poulsen upp á 28.013 krónur fyri nýggja song og nýggja sofu.
Her var tó nakað av iva um, antin sofan var íroknað tað endurgjaldið, ið Bergtóra Óladóttir Poulsen hevði fingið.
Sjálvt um Bergtóra ikki vildi nýta blóðdálkaðu seingina, vildu tryggingin ikki dekka hetta, og tí verður tað kravið sett fram móti ákærda.
Ein stór orsøk til, at endurgjaldskravið gjørdist so stórt, var, at ákærdi hevði hvølt tveir mjólkarpakkar sum høvdu runnið niður undir í kjallaran, har Bergtóra hevur handil. Tí mátti stórur partur av loftinum skiftast.
Men meðan eingin ivi kann vera um skuldarspurningin, vildi dómarin hava stundir til at umhugsa endurgjaldskravið, og tískil verður dómur ikki sagdur í málinum, fyrr enn seinni í vikuni.









