Innbrot í Skálabúðini


 

Innbrot


Leygardagin fekk løgreglan fráboðan um, at innbrot hevði verið í Skálabúðini í Havn. Gerningsmaðurin varð sloppin avstað við 5000 krónum í reiðum peningi, og harumframt hevði hann tikið fyri 13.000 krónur av kreditnotum, tá fólk rinda við gjaldskorti.

Hesum fær gerningsmaðurin ikki ágóðan av, men handilin missir peningin.

Brotið varð inn ígjøgnum høvuðsinngongdina út ímóti vegnum. Karmurin varð brotin, so hurðin fekst upp.

Eingin er tikin í sambandi við hetta innbrotið, og løgreglan hevur ikki nakran serligan undir illgruna.