Tað var um 10.45-tíðina í gjár, at løgreglan fekk eina fráboðan um innbrot og stuldur í einum sethúsum í miðbýnum í Havn, og talan var ikki um smáar nøgdir.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at rættiliga nógvar fløskur av víni og brennivíni eru stolnar, so talan er um ein umfatandi stuldur.
Nakað fyri klokkan 21 í gjárkvøldið handtók løgreglan tveir menn, sum nú eru skuldsettir.
- Menninir, sum sita her í varðhaldinum, eru ikki avhoyrdir menn. Tað verða teir helst seinni í morgun.
Løgreglan sigur, at í løtuni verður arbeitt við at finna út av, um persónarnir møguliga skulu til eina grundlógaravhoyring í dag.
Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til, at løgreglan vil hava menninar grundlógaravhoyrdar og varðhaldsfongslaðar.
- Eitt er, at teir møguliga kunnu órógva vitnir. Onnur viðurskifti, sum kunnu gera seg galdandi, er, um menninir møguliga kunnu rýma av landinum.
Løgreglan sigur, at í triðja lagi kann orsøkin eisini vera, at vandi er fyri, at brotsverkið verður endurtikið.
Meginparturin av tjóvagóðsinum frá hendingin í gjár er sambært vaktleiðaranum í morgun helst komið afturíaftur.