Innbrot í matstovu í Saltangará

Náttina til sunnudagin var eitt innbrot í John´s Restaurant í Saltangará. Vakthavandi á politistøðini í Runavík sigur, at annars hevur vikuskiftið verið sera friðarligt í Eysturoynni

Innbrot
Solby A. Eliasen

Runavík:
Fólk varnaðust ikki innbrotið fyrr enn sunnumorgunin. Men gerningsmaðurin hevði tikið ein rút úr bakhurðini og var sloppin inn tann vegin. Hann hevði stolið rúsdrekka og øl, sigur vakthavandi.
Annars hava tað verið fleiri smávegis ferðsluóhapp í Eysturoynni orsakað av kavanum, sum so brádliga legðist um alt landið Dýra Biðidag.
Vakthavandi sigur, at fólk hava ikki væntað kava aftur og tí hava tey tikið píkadekkini av bilunum.