Í nátt hava óbodnir gestir verið inni í matstovuni Marco Polo í Havn.
Teir eru slopnir inn við at bróta ein rút.
Sambært eigaranum eru teir farnir avstað við umleið 20 brennivínsfløskum, sum stóðu í trimum ruskposum. Umleið 5.000 krónur eru tiknar úr kassanum.
Málið er meldað til løgregluna.