Sunnukvøldið brutu tjóvar inn á pyskiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum. Tjóvarnir hava verið staðkendir, metir løgreglan, tí teir fóru beint til skápið við heilivágnum í. Tjóvarnir, sum brutu ein kjallararút og síðani brutu seg í gjøgnum nakrar hurðar, sluppu avstað við 50 tablettum, stesolid og sovitablettum.
Á Sjúkrahúsinum hava tey nú tikið avleiðingarnar av innbrotinum um vikuskiftið, so nú stendur einki óvart skáp har. Á deildunum er annars heilivágur, men har er eftirlit og starvsfólk eru altíð á deildunum.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn visti í morgun ikki at siga, um tey hava nøkur spor at ganga eftir í málinum.