Innbrot í kirkju

Onkur hevur brotið inn í Tjørnuvíkar kirkju og stolið pening úr bússuni.

Løgreglan boðar í dag frá, at onkur hevur brotið inn í kirkjuna í Tjørnuvík og stolið pengar úr bússuni. Fráboðanin um innbrotið kom til løgregluna mikudagin og væntandi er innbrotið framt mikunáttina.

 

Sambært løgregluni hevur onkur knúst ein rút í sprossavindeyganum norðanvert í forkirkjuni, avhaspa kramparnar og síðani kropin inn. Innkomin er hann farin beina leið yvir til bússuna, hevur brotið lásið og lokið av henni, og tømt hana.

 

Deknurin í Tjørnuvíkar kirkju hevur greitt løgregluni frá, at bússan verður tømd nakrar ferðir um árið, og at tað ikki er langt síðani seinast, at hon varð tømd. Hann metir tí, at tað lógu millum 1.000 og 2.000 krónur í bússuni.

 

Av kriminaldeildini verður sagt, at tjóvurin ikki hevur verið inni í sjálvari kirkjuni, men einans í forkirkjuni, og er farin út gjøgnum høvuðsdyrnar, eftir at hann hevði tømt bússuna.

- Tað tykist, sum viðkomandi hevur vitað, hvat hann vildi hava. Bússan sæst gjøgnum vindeyga, umframt at bússur vanliga hanga í kirkjum, sigur kriminaldeildin og vísir til, at viðkomandi ikki hevur verið inni í kirkjuni ella leita aðrastaðni eftir nøkrum at stjala.

 

Løgreglan er áhugað í at vita, um nakar hevur sæð ella hoyrt nakað illgrunavert nærindis kirkjuni, ella um fólk vita um onkran, sum nýliga hevur broytt atburð ella bráðliga er komin til pengar.