Um 01-tíðina í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at innbrot hevði verið í FK-handlinum í Hoyvík.
- Vit hava handtikið tríggjar persónar í samband við innbrotið, harav tveir nýliga eru leyslatnir aftur.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hin triði persónurin framvegis situr í varðhaldinum hjá løgregluni.
- Vit kunnu ikki siga so nógv um málið í løtuni, og vit skulu eisini finna út av, hvat skal henda við persóninum, sum situr eftir í varðhaldinum.
Spurdur um nakað er tikið úr FK í Hoyvík, sigur løgreglan, at tey hava funnið ymisk ting millum hesar tríggjar persónarnar, sum eru tikin í handlinum.
Sambært vaktleiðaranum er ikki full greiða á innbrotsmálinum enn, men arbeitt verður við at greiða og loysa málið.