Innbrot í Gullhorninum

Taskutjóvar gjørdu um seg í TB-húsinum á Tvøroyri og eitt innbrot í Gullhorninum vóru mest álvarsligu málini, sum løgreglan viðgjørdi um vikuskiftið

Tað hevur verið eitt rímiliga friðarligt vikuskiftið hjá løgregluni kring landið.
Ein gamal bilur kolaðist upp í Hundsatabotni, men talan var um ein gamlan bil, sum eigarin hevði frámeldað í fjør. Bilurin varð tó stolin, men eigarin tímdi ikki at gera nakað við málið, og meldaði tað ongangíð til løgregluna, sum tískil ikki hevur leitað eftir bilinum.
Tríggir bilførarar vórðu tiknir fyria tkoyra við kenning, ein í Leynum, ein á Norðskála og ein á Eystara Ringvegi í Havn. Talan var í øllum trimum førum um menn.
Fríggjakvøldið varð ein maður tikin á flogvøllinum fyri at smugla hassj. Hann hevði goymt 200 gramm í einum bommpakka, men hassjhundurin hjá tollvaldinum snoddaði seg fram til hassjið, og maðurin varð handtikin og skuldsettur fyri smugling.
Ferðslupolitiið var úti leygarmorgunin og fýra bilførarar fingu klipp í kortið fyri at koyra ov skjhótt í Kaldbaksbotni.
Ein onnur hending við bili var á Norðskála leygarkvøldið, tá tað byrjaði at rúka óført undir einum bili. Orsøkin var, at útstoytið var lappað aftur við tape, og tað gjørdist so heitt, at tað fór at rúka úr tí. Eingin skaði hendi tó, tá tað eydnaðist at basa tí eldi, sum kundi verið komin í. Talan var tí mest um royk.

Taskutjóvar
Út móti morgni sunnumorgunin kom ein fráboðan til løgregluna á Tvøroyri um, at fleiri taskur vóru horvnar í TB-húsinum. Løgreglan tók eitt ungt par, og tá húsarannsókn var gjørd heima hjá parinum kom politiið fram á fleiri aðrar taskur eisini, sum vórðu stolnar í VB-húsinum á jóansøku.
Parið er nú skuldsett fyri stuldur.
Sunnumorgunin handtók politiið eisini ein gamlan kenning, sum var farin út við høglbyrsu og hevði skotið upp í luftina við henni. Tað stóðst eingin vandi av, men maðurin, sum eisini hevði kenning, er nú skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar.
Leygarnáttina var eisini eitt innbrot framt í Gullhorninum. Innbrotsmenninir høvdu brotið hurðina upp, og innkomnir høvdu teir stolið einar 50-60 ringar, ur og aðrar prýðislutir umframt ein grindaknív.
Ringarnir vóru tó sýnislutir og tískil einki verdir, men urini og grindaknívurin hava ávíst virði. Eingi spor av týdningi vóru á staðnum, so løgreglan stendur mest sum á berum í málinum í løtuni.
Annars var tað vanliga talið av fullum fólki, sum politiið antin tók upp ella koyrdi heim, verður upplýst av politistøðini í Havn.