Innbrot í bátar

Í leypi av leygarnáttini var innbrot í tveimum bátum í Álagerði. Nakað av neyðrakettum og neyðblussum var stolið. Eigararnir gjørdu vart við hetta sjálvir, men løgreglan hevur onki at ganga eftir í hesum málinum.