Fyrrapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um eitt innbrot í einari privatari skrivstovu í miðbýnum í Havn.
- Eitt vindeyga í ovaru hæddini var brotið eins og tvær innhurðar inni á skrivstovuni.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at brotið er inn at skrivstovuna í døgunum millum jólaaftan til hin 3. januar.
- Her var einki stolið, og líkt kundi verið til, at tað heldur er onkur, sum her hevur funnið sær innivist í hølunum.
Løgreglan kundi tó einki siga um, hvørt viðkomandi, sum hevur brotið seg inn á skrivstovuna, hevur sovið á skrivstovuni ella ei.
- Skrivstovan liggur sentralt í miðbýnum í Havn, men vit kunnu einki siga við vissu, legði vaktleiðarin aftrat.
Løgreglan hevur eisini fingið fráboðan um eitt herverksmál í Havn, har hol varð sett á dekk á tveimum bilum hjá sama eigara.
- Persónbilarnir vóru fyri herverki, meðan teir stóðu parkeraðir á privatum øki hjá eigaranum, verður lagt aftrat.