Innbjóðing til tey kongaligu

Tvær gentur úr kommunuskúlanum vónaðu mánadagin at fáa kongaliga vitjan. Men mongum brestur ætlan, og innbjóðingin var týsmorgunin funnin á vegnum

Sporini eftir kongaligu vitjanina síggjast framvegis í Havnargøtum. Týskvøldið fann undirritaða eina heilsan frá mánadegnum liggjandi í Tórsgøtu.
Talan er um eina heilsan til regentparið og eina til krúnprinsaparið frá tveimum gentum í kommunuskúlanum, sum vóru komnar oman í býin at flagga fyri teimum.
Men á skrædda pappírsflagginum er eisini ein innbjóðing, sum ljóðar soleiðis:

»Til Magrete og Hendrek fra Lív og Olga Maria i 4.b i kumuneskulen
Og til Mary og fredrek fra Lív. t og olga Maria i 4.b. i kumeneskulen
Kom og besøg os«

Ivasamt er, um kongsfamiljan hevur sæð flaggið við innbjóðingini á.
Men í øllum førum hava tey ikki havt stundir at kroyst eina eyka vitjan inn í strømmu tímatalvuna.
Men hervið er innbjóðingin farin víðari, og møguliga fer kongshúsið at umhugsa Lív og Olgu Mariu næstu ferð tey koma hendanvegin.