Innballingin – karmurin, um ólavsøkupakkan er endaliga samtykt á Løgtingi og úrslitið gjørdist nakað øðrvísi, enn landsstýrið hevði ætlað.
Upprunuppskotið hjá landsstýrinum varð ikki samtykt, men eitt broytingaruppskot hjá meirilutanum í fíggjarnevndini. Broytingaruppskotið, sum samgonguumboðini í fíggjarnevndini løgdu fyri Løgtingið, sigur, at Løgtingið tekur undir við, at útreiðslukarmurin á løgtingsfíggjarlógini fyri 2010 verður 4.643 mió. krónur, men skoytir uppí, at av upphæddini er rakstrarútreiðslukarmurin 4.326 mió. krónur, og løguútreiðslukarmurin 317 mió. krónur. ??Hóast meirilutin skrivar, at Løgtingið tekur undir við teimum virkisskapandi tiltøkunum, sum eru fráboðað í ólavsøkupakkanum, so er ikki givið, at pakkin, sum einferð kemur, innihaldsliga verður, sum landsstýrið á ólavsøku boðaði frá. Meirilutin nevnir jú bert tey virkisskapandi tiltøkini, og sum kunnugt er stór andstøða ímóti pørtum av pakkanum.
Støðan er helst tann, at tann ekspansivi parturin av pakkanum innihaldsliga fer at fáa undirtøku, meðan tann táttandi parturin fer at elva til sterka mótstøðu á tingi. Orsøkin til mótstøðuna er skeiva javnvágin - bert tey veikastu skulu spenna beltini inn. Tey, sum frammanundan hava ríviligt, hátinntøkubólkarnir, ja, tey sleppa við bert at skula taka eitt ella tvey rep í seglini. Tað er óhugsandi, at farið verður pengum hjá peningastovnunum, tað skal tann borgarligi meirilutin á løgtingi nokk síggja til. Hesir partar av pakkanum er sostatt bert tað sukrið, ið skal fáa tann beiska partin av pakkanum at glíða lættari niður hjá Pallaba og Marsonnu.
Hesin parturin, sum hevur til endamáls at spara, at vinna nøkur oyru til landskassan og at tátta í nýtsluna hjá teimum vilt forbrúkandi fólkapensjonistunum er sum øllum kunnugt illa dámdur og ein av samgonguflokkunum á tingi hevur boðað frá, at hann ikki tekur undir við, at pensjonistarnir verð knokkroyttir. Hetta er væl skiljandi. Tey tiltøk, ið longu eru fram, m.a. lækkingin av heilivágstilskotinum, er so illa dámd, at hon longu hevur kostað Javnaðarflokkinum. Verður steinur lagdur oman á byrðu við ætlaðu mótrokningunum í veitingunum til fólka- og fyritíðarpensionistar, kann Javnaðarflokkurin longu nú bíleggja sær pláss millum smáflokkarnar á tingi. Eitt slíkt eksperiment tolir hann ikki, so kunnu tinglimir floksins tosa um framtíðar pensjónskipanir, sum teir vilja. Tað er her og nú tað svíðar til pensjonsitarnar og at halda fast við hesar partar av pakkanum er politiskt sjálvmorð. Tað er nakað, sum minnir um panikk í Javnaðarflokkinum á tingi, og prógvið um hetta er, at formaðurin á tingi nú er farin at skylda upp á embætismenninar og vil hava almenningin at halda, at alt hetta aldri hevur verið ætlan floksins. Hetta reisir nógvar spurningar m.a. hendan: hvat er tað fyri politiskt handverk, sum letur eitt embætismannauppskot fara fyri løgtingið uttan politiska viðgerð? Her eru fleiri syndarar enn floksformaðurin, sum saman við embætismonnunum hevur víðgyrt seg úti í glasborgini á Argjum, har teir halda vakt bæði nátt dag skimandi eftir næstu torpedo frá tingbólkinum.