Innbúgv til skúlan

Hvalvík: At hava børn gangandi í einum skúla, slítir sjálvandi uppá bygningin. Og tí er neyðugt av og á at keypa nýtt innbúgv til skúlarnar.

Tað er júst tað, sum Hvalvíkar skúli nú fær møguleika fyri. Á býráðsfundi herfyri var eitt mál til viðgerðar um eina eykajáttan til skúlan.
Skúlin hevði nevniliga biðið um eina eykajáttan uppá 30.000 kr. at keypa innbúgv fyri.
Fíggjarnevndin í Sunda kommuna tók undir við hesum uppskotinum, og tað gjørdi so bygdaráðið eisini einmælt, tá tað kom til atkvøðugreiðslu har.