Innari sambandsmaðurin hjá Sjúrði Skaale

Meðan sosialliberala sambandshugsjónin opnar dyrnar út í heimin í samstarvi við onnur lond, leitar Misskilta Nationalisman støðugt eftir stongdum durum og vil byrgja seg inni. Hóast Sjúrður Skaale er í politiska flokkinum, ið tekur undir við Misskiltu Nationalismuni, havi eg varhugan av, at hann er ov intelligentur til at lata seg blinda at hesi irrationellu hugsjón

Tingmaðurin Sjúrður Skaale og undirritaði hava í bløðunum havt orðaskifti um Sosial Liberalu hugsjónina, ið Sambandsflokkurin stendur fyri, og Misskiltu Nationalismuna, ið Tjóðveldi er fremsti forsprákari fyri.

Hesar reglur eru eitt aftursvar til Sjúrð.

 

Sosialliberala frælsishugsjónin

Grundhugsjónin í sosialliberalismuni er at tryggja einstaklingunum størst møguligt frælsi. Staturin hevur einki virði í sjálvum sær, men hevur einans ein eksistensrætt, tí hann tryggjar fólki hetta frælsið – tvs. staturin er ikki til fyri statins skuld, men fyri at tæna fólkinum.

Hetta er beint øvugt tí Misskiltu Nationalismuni, har einstaklingurin javnan verður ofraður sum ein finna í talvinum, tí staturin er til fyri statins skuld.

Sosialliberala hugsjónin er eisini um at lata øll byrja við somu byrjunarstriku. Tað kann ikki vera rætt, at nøkur eru fødd til ávís sosial kor, meðan onnur aldrin fáa somu møguleikar í lívinum. Øll mugu vit hava nøkulunda javnbjóðis møguleikar. Veruligt frælsi er tí eisini um at geva fólki møguleika til frítt at útbúgva seg og atgongd til sosialar skipanir, sum lofta fólki, ið koma illa fyri orsakað av sjúku ella av aðrari vanlagnu.

Sum gamal javnaðarmaður, ið nú er farin inn í Tjóðveldi, kann Sjúrður Skaale ikki vera annað enn samdur í sosialliberalu grundhugsjónini.

 

Ein frælsur felagsskapur

ES-felagsskapurin er ein frælsur felagsskapur, har upprunin var, at londini í Evropu tóku seg saman fyri at tryggja borgarunum frælsi frá kríggi og yvirgangi, sum annars hevði plágað Evropu gjøgnum øldir.

Síðan er felagsskapurin útbygdur til at tryggja fólkinum frælsi og møguleikar innan onnur økir – t.d. arbeiðsmarknaðin og útbúgvingar.

Eg veit at Sjúrður Skaale er heitur talsmaður fyri føroyskum ES-limaskapi og heldur, at hetta er leiðin, ið kann menna Føroyar. Eg kann einans vera samdur í hesum. ES-felagsskapurin er ein góð loysn fyri Føroyar og føroyska fólkið.

 

Ríkisfelagsskapurin

Ein annar frælsur felagsskapur er Ríkisfelagsskapurin, ið hevur sum aðalmál, at øll fólk í ríkinum skulu hava nøkulunda javnbjóðis møguleikar. Allir borgarar í ríkinum skulu t.d. kunna fáa sær eina útbúgving og kunna skapa sær sína egnu lukku.

Ríkisfelagsskapurin og ES-felagsskapurin minna um hvønn annan við tað, at báðir tryggja fólki góð livikor, útbúgvingar, frælsi og møguleikar.

At summi ikki síggja, at ES-felagsskapurin og Ríkisfelagsskapurin hava nøkulunda somu aðalmál og møguleikar, kann einans vera tí, at tey eru blindaði av Misskiltu Nationalismuni. Eg veit at Sjúrður Skaale er alt ov intelligentur til at lata seg blinda av Misskiltu Nationalismuni, og at hann uttan iva sær stóru fyrimunirnar, vit hava í Ríkisfelagsskapinum.

 

Sambandsmaðurin Sjúrður

Tikið samanum má sigast, at eingin ivi kann vera um, at Sjúrður Skaale, sum bæði er ES-tilhangari og annars tekur undir við sosialliberalu hugsjónini, má sigast at vera munandi meiri samríkjasinnaður enn hann letst vera.

Tá eg skrivi hetta, góði Sjúrður, so er tað í veruleikanum ikki til tín eg skrivi tað.

Eg skrivi tað til tín innara ... sambandsmann.