Tað visti útvarpið hjá Kringvarpinum at siga í morgun.
Politiska støðan er spent. Fyrst var tað Miðflokkurin, sum lovaði at slíta samgonguna, um tingfólk úr samgonguni fóru at atkvøða fyri málinum, sum soleiðis varð samtykt.
Men nú dregur flokkurin í land og vil finna út av, hvussu samgongan kann halda fram.
Innanhýsisstríð er eisini í Fólkaflokkinum, sum ofraði tvey landsstýrisfólk fyri at fáa Anniku Olsen úr tinginum. Ta royndina spilti Heðin Zachariassen, tá hann bað um farloyvi, soleiðis at Annika Olsen slapp aftur á ting í eina viku og slapp at atkvøða fyri málinum um sammøður.
Nú situr so Fólkaflokkurin við bara einum landsstýrismanni. Bárður Nielsen, løgmaður, hevur sagt, at hvørki Jacob Vestergaard ella Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur verða sett aftur sum landsstýrisfólk, og tí noyðist Fólkaflokkurin aðrastaðni at leita eftir landsstýrisfólki.
Skal tað vera onkur av teimum 28, sum stillaðu upp fyri Fólkaflokkin til løgtingsvalið seinast, so má flokkurin niður um nummar 10 á listanum, sum er Annika Olsen, tí annars kemur Annika Olsen inn aftur í Løgtingið.
Sambandsflokkurin hevur tann trupulleikan, at flokkurin ikki er stjórnarberandi, tí at ein tingmaður floksins, Johan Dahl, hevur tikið seg úr samgonguni.
Hesa fløkjuna fara teir tríggir, Báður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana at umrøða á fundinum í morgin.